Sambandsflokkurin

Sambandsflokkurin
Formaður Bárður á Steig Nielsen
Stovnaður 1906
Ideologi Konservativ liberalisma[1]
Agrarianisma[1]
Sambandsflokkur[1]
Politisk støða Mið-høgra
Lokalt tilknýti Venstre
Altjóða tilknýti Onki
Evropeiskt tilknýti Onki
Litir          Blátt, hvítt
Løgting
7 / 33
Fólkatingið
(Føroyskir sessir)
1 / 2
Heimasíða
www.samband.fo
Fýra av sambandsmonnunum, sum vórðu valdir í 1906.

Sambandsflokkurin varð sum tann fyrsti flokkurin í Føroyum stovnaður í 1906. Ikki ber til við vissu at dagfesta, nær flokkurin varð stovnaður, men tann 18. august 1906 boða 13 av 22 tinglimum frá í Dimmalætting, at teir hava skipað seg í ein politiskan flokk á tingi, ið nevnir seg ”sambandsmenn”. Flokkurin er ein liberalur flokkur, sum virkar fyri eini støðugari og frísinnaðari menning av Føroya fólki, búskaparlig, mentunarliga og stjórnarliga. Flokkurin gongur inn fyri, í ríkisfelagsskapi við Danmark, at reka ein framburðssinnaðan politikk á øllum økjum.

  1. 1.0 1.1 1.2 Parties and Elections in Europe: The database about parliamentary elections and political parties in Europe, by Wolfram Nordsieck

© MMXXIII Rich X Search. We shall prevail. All rights reserved. Rich X Search